John S. Myllhamar
At fólk finna sær Gyldendals Fremmend Orbog fram, tá ið tey leggja seg út í kjak ella gera viðmerkingar til samfelagsmál skyldast aloftast undirlutakenslur, at ein á tann hátt roynir at hevja seg. Eisini kann tað liggja til.
Í Dimmalætting tann 31 mai, finna vit eitt gott dømi um hetta. Undir yvirskriftini: Tann provinsiella og primitiva purisman, ger Virgar T. Dalsgaard seg til talsmann fyri vælskiljandi føroyskt gerandismál, og brúkar høpisleys orð og heiti um teir føroyingar, ið royna at fara væl um móðurmálið.
Tá ið eg hevði stavað meg gjøgnum frasuna, mátti eg hava á munni: Guð viti, hvørja føroyska bygd hesin Virgar umboðar, har tey snakka hatta málið. Í heimbygd míni hugsi eg, at vanliga fólkið skilir orð sum bygdarsligt betri enn provinsielt, einfalt betri enn primitivt, og málreinsan betri enn purisma.