Á einum serligum fundi í eftirlitsnevndini hjá NEAFC (PECCOE) í London 27. og 28. juli komu limalondini ásamt um at mæla til, at skipini Franziska og Enterprise verða tikin av aftur fyribils listanum hjá NEAFC fyri skip, sum eru undir illgruna fyri ólógligan, ófráboðaðan og óreguleraðan (ÓÓÓ) fiskiskap. Hesum boðar Uttanríkisráðið frá í dag.
Skipini komu á A listan hjá NEAFC eftir fráboðan frá ES um virksemi teirra í sáttmálaøkinum hjá NEAFC. Sáttmálaøkið fevnir bæði um altjóða sjógv og sjóøkini hjá limalondunum. Men NEAFC samtyktin fyri regulering av makreli í 2011 er ikki galdandi fyri sjóøkini hjá limalondunum, bert fyri altjóða sjógv.
Franziska og Enterprise, sum bæði eru undir peruanskum flaggi, hava fingið loyvi frá føroyskum myndugleikum til ávikavist at fiska og umskipa makrel í føroyskum sjóøki. Føroyar hava tí alla tíðina víst á, at skipini áttu ongantíð at verða komin á henda lista, tí einki løgfrøðiligt grundarlag hevur verið fyri hesari avgerðini.