Frants: Frá baksturi til góðar íbúðir

P/f Vørður hjá Justinussen-monnunum hevur nú keypt bakaríið hjá Frants Restorff í miðbýnum í Havn.
Bakaríið fer at halda til her eina tíð enn, men í framtíðini er ætlanin at byggja tríatitals íbúðir á hesum staði.


Í meiri enn 100 ár hevur hornið Tórsgøta-Sverrisgøta verið merkt av baksturi frá Frantsi.
Men nú er tað liðugt: Tað gamla, rótfesta navnið Frants Restorff verður frá 1. juli ikki til longur.
Fríggjadagin letur hetta aldargamla bakaríið aftur, men letur upp aftur morgunin eftir við nýggjum eigarum.
Tað nýggja í hesum er, at teir gomlu Frants-kundarnir nú fara til handils hjá Gunnleivi ístaðin. Hetta verður tó bert í eina tíð aftrat.
Herfyri keyptu Heini Restorff og Havgrímur Johannesen nevniliga í felag hesar ognirnar. Teir hava fingið prinsipielt byggiloyvi til at gera ein nýggjan íbúðar- og handilsbygning á staðnum.
- Komandi vár verður helst farið undir hesa ætlanina við íbúðunum. Hon fer væntandi at taka tvey ár at fremja í verki, sigur Heini Restorff við Sosialin.
 
Góðar íbúðir
Millum manna hevur henda ætlanin við íbúðunum verið nógv umrødd.
Fleiri hava borið uppá mál, um tað nú mundi vera neyðugt at byggja so nógvar marglætisíbúðir í høvuðsstaðnum.
Heini vil tó ikki kalla hetta fyri marglætisíbúðir, men heldur góðar íbúðir.
- Vit ætla at tær skulu vera bæði vakrar og prýðiligar, sigur Heini.
Ætlanin er nevniliga at ríva alla ognina niður, og síðani byggja ein bygning í fimm hæddum úr stáli, glasi og aluminium, har íbúðirnar koma at liggja í ovastu hæddini.
Sambært byggisamtyktini skal tænastuvinna og handlar verða í niðastu hæddini, og tí er ikki óhugsandi at onkur handil fer at halda til her í framtíðini.
Enn er ikki avgjørt hvat skal verða í hinum trimum hæddunum. Er onkur skrivstova sum hevur tørv á størri hølum, er ein møguleiki til tað.
- Hinvegin so eru tær eisini væl egnaðar til íbúðir, sigur Heini.
 
Fyrispurningar
Herfyri bórust tíðindini um hesa ætlanina, tá Dimmalætting skrivaði um hana.
Síðani tá hava bæði Heini og Havgrímur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum hava áhuga í at ogna sær eina íbúð miðskeiðis í høvuðsstaðnum.
- Ja, slíkt frættist skjótt. Fleiri hava ringt til mín, millum annað fleiri føroyingar sum búgva í Danmark, sigur Heini.
Íalt fevnir ætlanin um 31 íbúðir.