Fransmenn mótmæla hægri pensjónsaldri

Hundraðtúsundtals fransmenn vóru í dag í gøtunum í teimum stóru býunum og mótmæltu ætlanini hjá stjórnini at hækka pensjónsaldurin úr 65 í 67 ár. Umleið 230 mótmælistiltøk vóru fráboðað, og á middegi søgdu myndugleikarnir, at umleið 340.000 vóru við í mótmælisgongum og øðrum tiltøkum.

Í Marseilles í Suðurfraklandi eru ruskmenninir í verkfalli fyri at mótmæla pensjónsbroytingini, og deymurin er ramur nógvastaðni í býnum. Aðrastaðni hava lastbilførarar lagt arbeiðið niður, og toksambandið er óregluligt.

Fakfeløgini hava boðað frá einari stórari mótmælisgongu týsdagin, tá politikararnir skulu taka endaliga avgerð um uppskotið at hækka pensjónsaldurin.