Franskur Wimbledon vinnari

Marion Bartoli vann í dag Wimbledon í einmansleiki hjá kvinnum. Hon vann á eini tárandi Sabine Lisicki, sum einki fekk at rigga í finaluni.

 

Týska Sabine Lisicki vísti annars stóra styrki, tá hon fyrr í kappingini vann á stórfavorittinum, Serenu Williams. Í finaluni vildi einki og í øðrum setti fór Sabine enntá at tára, tí tað gekk so illa.

 

Marion Bartoli, ið er styrkismet sum nummar 15, vann finaluna í tveimum settum, 6-1 og 6-4. Finalan vardi í ein tíma og 20 minuttir.

 

Eftir finaluna rósti Sabine Lisicki vinnaranum og helt fyri, at betri spælarin vann. Hon viðgekk, at hon ikki kláraði at halda tamarhald á kenslunum, men vónaði at fáa ein nýggjan møguleika at vinna kappingina eina aðru ferð.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Marion Bartoli vinnur eina sokallaða “Grand Slam” kapping. Í 2013 hevur hon havt stórar trupulleikar og er ikki komin longur enn triðja umfar í nakrari kapping. Tí er tað óvæntað, at Marion Bartoli í dag stendur sum vinnari av Wimbledon 2013.

 

Mynd 1: (Reuters) Marion Bartoli við prógvinum upp á at hon hevur vunnið Wimbledon 2013

Mynd 2: (Getty Images) Sabine Lisicki stríðist við at halda kenslunum inni.