Liverpool, sum leygarkvøldið spælir Champions League-finalu ímóti Real Madrid, er longu farið í holt við at fyrireikað hópin til komandi kappingarár. Naby Keita er keyptur, og fyrsta dagin verður helst ein franskur miðvallari eisini keyptur.
Talan er um Lyon-miðvallaran, Nabil Fekir, sum sambært franska Canal+ við 99% vissu skiftir til Liverpool. Prísurin er 60 milliónir pund, sum svarar til eina góða hálva milliard krónur.
Franska Ligue 1 endaði í gjár, og eftir dystin segði Nabil Fekir seg ikki vita, um hann bleiv verandi í Lyon, men at hann nú – eftir at kappingarárið júst var liðugt – fór at hugsa meira um framtíðina.
Nabil Fekir er 24 ára gamal, og hann hevur spælt við Lyon síðani 2011, tá hann kom til felagið sum ungdómsspælari. Hann er franskur landsliðsleikari og er við í franska HM-hópinum í summar.