Seinni í mánaðinum kemur ein franskur klovnur kemur á vitjan í Føroyum, sum fera at framføra í Norðurlandahúsinum og Badmintonhøllini í Klaksvík Fríggjakvøldið 20. juni klokkan 19 og leygardagin 21. juni klokkan 16 framførir franski klovnurin O leikin KaO? í Norðurlandahúsinum. Og týsdagin 24. juni klokkan 19 verður hann at hoyra og síggja í Badmintonhøllini í Klaksvík. Harumframt eru skúlasýningar í Norðurlandahúsinum 19. og 20. juni og í Klaksvík 24. Juni. Skúlasýningarnar eru klokkan 10. Pláss er fyri 200 næmingum og lærarum til hvørja sýning. Leiklongdin er 45 minuttir. Skúlasýningarnar eru ókeypis, men til hinar sýningarnar kosta atgongumerkini ávikavist 50 og 80 krónur fyri børn og vaksin.