Frakland tapti púra óvæntað móti Sveis í 1/8 finaluni til EM-endaspælið. Dysturin endaði 3-3 í vanligari leiktíð, og Sveis vann upp á brotssparkskapping.
Síðani hevur kritikkurin helga omanyvir franska landsliðið. Millum tey kritisku eru Patrik Vieira, sum helt fyri, at liðið ikki vísti geist, vilja og samanhald. Onnur hava kritisera landsliðsvenjaran.
Eftirfylgjandi eru nakar søgur um rok millum spælarar og familjurnar eisini komnar fram. Fleiri fronsk bløð hava skrivað, at mamma Adrien Rabiot skal hava lagt eftir bæði familjuni hjá Paul Pogba og Kylian Mbappé eftir dystin.
Tað er ikki ókent, at Veronique Rabiot sigur sína meining. Hon er millum annað eisini umboðskvinna hjá soninum, sum spælir við Juventus. Tað verður sagt, at Veronique Rabiot helt lítið um, at Paul Pogba misti bóltin í 3-3 málinum, og at Kylian Mbappé altíð er so arrogantur.
Franskir miðlar siga seg eisini vita, at tað var ilt millum onkrar av spælarunum, meðan dysturin var. Millum annað Adrien Rabiot, sum spældi á óvanda vinstra bakkinum, og Paul Pogba. L'Equipe sigur seg vita, at Kylian Mbappé hevur boðað PSG frá, at hann skiftir felag eftir komandi kappingarár. Tá er hann sáttmálaleysur.