Franskur garnabátur í landsrættinun

Franski garnabáturin "Bruix" sum í mars mánað í fjør varð tikin í føroyskum sjógvi fyri ólógliga veiðu verður nú viðgjørdur í Eystara landsrætti, sum er saman í Føroyum.

 

Franski garnabáturin "Bruix" sum í mars mánað í fjør varð tikin í føroyskum sjógvi fyri ólógliga veiðu verður nú viðgjørdur í Eystara landsrætti, sum er saman í Føroyum.

"Bruix" var tikin suður móti markinum á 61,21 og 13,15 har hann hevði sett gørn. Báturin var so ólógligur sum hann kundi vera, tí hann hevði snøgt sagt einki fiskiloyvi.

Reiðaríið kærdi dómin inn fyri Eystara Landsrætt og nú verður so støða tikin. Umboð fyri reiðaríið eru í Føroyum