Í morgin skal føroyska U21-landsliðið spæla móti Fraklandi á Ovara vølli í Gundadali. Hetta eru nakrir av sama árganginum, sum møttust til U17 EM-endaspælið í Kroatia í 2017.
Tá vann Frakland á einum føroykum liði, ið taldi spælarar sum Báður á Reynatrøð, Símun Sólheim, Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason, Stefan Radosavljevic og Elias El Moustage, sum allir eru við aftur í dag.
Á franska liðnum gongur serliga eitt navn aftur. Tað er Amine Gouiri. Hann bleiv toppskjútti í kappingini og skoraði hattrik í dystinum móti Føroyum. Amine Gouiri spældi tá við Lyon, men spælir í dag við Nice, har hann hevur skotið 15 mál í 37 landskappingardystum.
Helst mest spennandi navnið á vøllinum í morgin verður Eduardo Camavinga. 18 ára gamli miðvallarin hevur júst skift frá Rennes til Real Madrid. Prísurin kann fara heilt upp í 300 milliónir krónur.
Hann verður mettur sum eitt tað mest spennandi miðvallarnavnið í løtuni. Hann er ikki ein, sum skjýtur nógv mál, men hann er ein bóltvinnari, góður dribblari og hevur gott eyga fyri spælinum. Hann hevur verið settur í samband við tey flestu av stórfeløgunum, áðrenn hann skifti til Real Madrid, har hann hevur gjørt ein seks ára sáttmála.
Føroyar og Frakland spæla á Ovara vølli í Gundadali í morgin klokkan 17.30. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
##med2##











