Franskt snartok skal seta heimsmet

Ætlanin er, at eitt franskt tok skal koyra meiri enn 514 km/t í dag. Ætlanin er, at tað serbygda snartokið skal seta heimsmet á jarnbreytini millum París og Strasbourg í dag.

Gamla metið, sum er frá 1990, er 513,5 km/t, og gongst sum ætlað, fer tað í søguna í dag. Tokið, sum nú skal royna at seta nýtt met, er gjørt til at kunna koyra upp í 540 km/t.

Lokomotivið, sum skal tryggja tokinum nýggja heimsmetið, hevur 25.000 hesta motor.