Leygardagin kemur franska herskipið Monge á vitjan í Havn. Tað hevur fingið loyvi at liggja fyri akker á redini leygardagin og sunnudagin.
Monge er uppkallað eftir stóra franska matematikaranum Gaspard Monge, sum livdi frá 1746 til 1818.
Skipið er 229,6 metrar langt. Tað var liðugt smíðað í 1992. Skipið hevur dieselmotorar, sum ikki fáa Monge at sigla skjótt, men motorarnir framleiða streym.
Monge er royndar- og mátiskip. Høvusuppgávan er at síggja og eygleiða rakettirnar í fronsku Ariane-verkætlanini fyri fronsku rúmdarskipanina, og skipið er óivað millum heimsins mest framkomnu til at halda eyga við, hvat fyriferst í rúmdini.