Eitt hernaðarflogfar lendi í morgun í Vágunum. Sambært Jákup Sverra Kass, stjóra, er talan um eitt franskt hernaðarflogfar á veg til Íslands.
- Tað setti seg í Vágum at bunkra og fer avstað aftur seinnapartin. Tað skuldi koma í gjár, men varð útsett til í dag, sigur hann.
Hann sigur, at Vága floghavn fær fleiri og fleiri slíkar fyrispurningar.
- Vit fáa heilt fitt av slíkum uppgávum, fleiri og fleiri velja at bunkra í Føroyum. Samstundis eru tað eisini fleiri, sum velja Føroyar sum alternativan flogvøll, um okkurt skuldi hent á ferð teirra, greiðir Jákup Sverri Kass.
Hetta er ein eyka inntøka hjá Vága Floghavn, sum sjálvandi kemur væl við.
- Vit forvinna ikki tað heilt stóra upp á hetta, men eitt sindur. Vit liggja jú kortini her, so hetta er eitt ómakaleyst ískoyti fyri okkara viðkomandi, sigur Jákup Sverri Kass.