Dysturin í gjár millum Frankaríki og Albania í EM-undankappingini fekk eina løgna byrjan, tá tjóðsangurin hjá Andorra varð spældur í staðin fyri tann hjá Albania.
Og tað gjørdist enn verri, tá stadionspeakarin aftan umbar órógvið yvir fyri Armenia.
Men albanar hava nú fingið eina umbering. Hon kom í gjárkvøldið frá franska landsliðsvenjaranum, Didier Deschamps.
– Eg biði um umbering fyri øllum beinkinum og venjaranum, sigur Deschamps sambært The Independent á tíðindafundinum aftaná.
Dysturin varð seinkaður sjey minuttir, so tann rætti tjóðsangurin kundi finnast fram og verða spældur fyri liði og áskoðarum á Stade de France í París.
– Slíkt eigur ikki at kunna henda, men tað hendi. Eg skilti ta støðu, sum albanar vóru í, og tað var í lagi, at vit bíðaðu, til albanar fingu sín rætta tjóðsang, sigur landsliðsvenjarin.
Orsøkin til hurlivasan kann vera, at Andorra er í sama bólki sum Frankaríki og Albania. Smátjóðin var við at skriva søgu í gjárkvøldið, tá andorrar á útivølli taptu 0-1 móti Turkalandi, sum skorðaði í 98. minutti.
Dysturin í Frankaríki endaði 4-1 til vertirnar, og Frankaríki er nú á odda í bólki H við 12 stigu fyri fimm dystir. Sama stigatal hava Turkaland og Ísland á øðrum og triðja plássi.
/ritzau/











