Franski hópurin eisini úttikin

Fyrr í dag tóku heimsmeistararnir úr Spania sín EM-hóp út, og nú hevur Frakland gjørt tað sama.

 

Franski landsliðsvenjarin, Laurent Blanc, hevur ikki Tottenham-verjuleikaran Younes Kaboul tøkan vegna skaða. Í hansara stað er komin Mapou Yanga-Mbiwa úr franska oddaliðnum, Montpellier. Hóast Marseille-áleyparin Loic Remy er úttikin, so er ivasamt, um hann verður við í endaliga hópinum vegna ein lærskaða.

Bacary Sagna úr Arsenal er eiheldur við vegna skaða.

 

26 mans eru við í bruttohópinum, og um tvær vikur verða tríggir av hesum vrakaðir.

 

Teir, ið úttiknir eru:

 

Málverjar: Hugo Lloris, Steve Mandanda, Cedric Carrasso

 

Verjuleikarar: Gaël Clichy, Patrice Evra, Laurent Koscielny, Philippe Mexes, Adil Rami, Mathieu Debuchy, Anthony Reveillere, Mapou Yanga Mbiwa

 

Miðvallarleikarar: Yohan Cabaye, Florent Malouda, Samir Nasri, Alou Diarra, Yann M’Vila, Yoann Gourcuff, Marvin Martin, Blaise Matuidi

 

Áleyparar: Haten Ben Arfa, Karim Benzema, Franck Ribéry, Olivier Giroud, Jeremy Menez, Loic Remy, Mathieu Valbuena