Í røðu síni á veitsludøgurðanum hjá Margretu, drotning, í samband við at Emmanuel Macron, franski forsetin, er á vitjan, nevndi franski forsetin brádliga Føroyar í røðu síni.
Franski forsetin segði, at hann vildi heiðra føroysku og grønlendsku umboðunum, sum vóru til staðar á døgurðanum, og minti á, at Frakland eisini var til staðar í arktiska økinum.
Sum Sosialurin skrivaði um mánadagin, vísa stóru tjóðirnar størri og størri áhuga fyri Føroyum, nú stríðið um ræðisrættin yvir arktiska økinum harðnar, og hetta man tulkast sum enn ein roynd hjá eini stórari tjóð at knýta seg tættari at Føroyum.
Emmanuel Macron vísti á, at franska granskingarskipið Beautemps-Beaupré júst hevur verið Føroyum og gjørt kanningar, og har fekk høvi at heilsa upp á kongaskipið Dannebrog, sum jú var her í samband við krúnprinsvitjanina.
Franski forsetin tosaði síðani víðari um arktiska økið og tær avbjóðingarnar, sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær, og sum serliga raka arktiska økið.
Annars brúkti franski forsetin ein stóran part av talu síni at tosa um, hvussu tætt knýtt Evropa og Danmark vóru og hvussu Danmark og Frankaríki, og tí eisini Evropa, høvdu nógv virði til felags. Hann minti millum annað á, at bæði londini hava tað til felags, at keiputeknarar hava verið hóttir av víðgongdum islamistum, og at tey tá stuðlaðu hvør øðrum í stríðnum fyri talufrælsinum.
Røðan hjá Emmanuel Macron, franska forsetanum, sæst í kagaranum omanfyri. Spola fram til beint áðrenn átta minuttir eru farnir fyri at hoyra brotið um Føroyar.
Poul Michelsen, uttanríkisráðharri, hitti eisini franska forsetan í dag, og skifti teir eisini orð um vitjanina hjá Beautemps-Beaupré í Føroyum.