Maðurin, sum skjeyt trý børn og ein lærara í einum jødiskum skúla í franska býnum Toulouse í gjár, og sum eftir øllum at døma eisini beindi fyri trimum hermonnum av fremmandum uppruna fyri einari viku síðani, minnir um norska hópdrápsmannin Anders Behring Breivik. Tað heldur franski yvirgangsserfrøðingurin Jean-Yves Camus.
-Bæði her og í Noregi var málið hjá álopsmanninum at drepa og at drepa so mong sum gjørligt, sigur Jean-Yves Camus við Aftenposten.
-Tann franski gerningsmaðurin var einsamallur um sínar illgerðir, hann er líka ísakaldur sum Breivik og brúkar sama vápnaslag sum hann, sigur Jean-Yves Camus við tað norska blaðið.
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, segði í gjár, at tað var eftir øllum at døma sami maður, sum skjeyt teir tríggjar hermenninar, tey trý børnini og læraran. Forsetin kunngjørdi í gjár, at hann hevur sett hægstu yvirgangstilbúgving í verk í útsynningspartinum av landinum, og væl mannað løgreglulið leita eftir drápsmanninum.