Um vikuskiftið vitjaði franska herskipið Monge í Føroyum. Tað hevði fingið loyvi at liggja fyri akkeri á redini uttanfyri Havnina. Skipið, sum er 230 metrar til longdar og bygt í 1992, kom til Føroya av eini vitjan í Íslandi, og fer víðari til Skotlands næstu dagarnar.
Ansa eftir rúmdini
Monge er uppkallað eftir franska matematikaranum, Gaspard Monge, sum livdi frá 1746 til 1818. Skipið er eitt royndar- og mátiskip, hvørs høvuðsuppgáva er at eygleiða fronsku Ariane-verkætlanina fyri fronsku rúmdarskipanina, somuleiðis sum tað eisini er á vakt fyri satelittum og øðrum óviðkomandi, sum detta niður mótvegis jørðini og á einhvønn hátt eru til vanda fyri fólkið.
Skipið er tískil útgjørt við rakettum og hevur alt í alt skotið 98 rakettir – hesar allar tó bara royndarrakettir. Tað er franska verjumálaráðið, sum eigur skipið.
Bæði Amerika og Kina hava eitt skip við hesum sama arbeiði fyri eygað, men umborð á franska skipinum vístu teir á, at hetta var mest framkomna skipið til endamálið og tað einasta av sínum slag. Teir tríggir risa stóru radararnir á skipinum eru tríggir av bara fýra av sínum slag í heiminum.
Spældu fótbóltsdyst
Manningin umborð telur 220 og eftirsum tey á franska verjuskipinum stundum eru á sjónum tveir mánaðir í senn, nýta tey eitthvørt høvi at sleppa í land at røra seg, tá ið tey sleppa í land í teimum ymisku londunum. Eitt nú spældu tey ein rugby-dyst ímóti íslendingum í farnu viku, og komnir til Føroya bjóðaðu tey føroyingum av í fótbólti.
Tað var gaman í. Poul Michelsen hjálpti franska konsulinum við at fáa eitt føroyskt lið upp á beinini at spæla ímóti fransmonnunum, og við góðari hjálp frá HB-legenduni, Gunnari Mohr, var tað eingin trupulleiki.
Klokkan var 18 leygarkvøldið, tá ið dysturin varð bríkslaður í gongd inni í Vika á Argjum. Dómari var eingin annar enn fyrrverandi altjóða dómari okkara, Nemus Napoleon Djurhuus, meðan á føroyska liðnum - vit kunnu kalla tað HB-liðnum – vóru royndar kreftir sum Gunnar Mohr, Uni Arge, Oddbjørn Joensen og sjálvasti løgmaður, Kaj Leo Johannesen. Føroyska liðið vann dystin 5-2, men fransmenn vóru glaðir fyri dystin og ovfarnir av, at teir sluppu at spæla ímóti leikarum, sum høvdu spælt ímóti franska A-landsliðnum, og ikki minst at løgmaður eisini var við. Eftir dystin varð løgmaður boðin umborð á skipið, og fór hann á hesa vitjanina sunnudagin.
Eftir dystin kom studentaskúlalærarin í fronskum, Rólant í Skorini, framvið, og fekk hann eitt gott prát á fronskum, umframt at hann hevði fløgg við til teirra. Eisini bleiktraði franska flaggið í fullari stong undir dystinum.
Vitjaðu myndugleikarnar
Yvirmanningin umborð á Monge var á trimum almennum vitjanum hjá avvarandi myndugleikum. Teir vitjaðu Færøernes Kommando, Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Havn. Umboð fyri hesar stovnarnar vórðu boðin til døgurða umborð á verjuskipinum leygardagin.
– Teir vóru væl nøgdir við vitjanina. Teir hildu tað vera vakurt og at landið minti um Ísland. Teir vóru hepnir við veðrinum og kendu seg væl móttiknar í Føroyum, sigur franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen.
Frá Tórshavnar Býráði fingu teir eina gávu. Nevniliga eina mynd av føroyskum dansi, sum jú stavar úr júst Fraklandi afturi í miðøld.
Til arbeiðis
Manningin umborð á franska verjuskipinum var ikki bara á vitjan og tók sær av løttum. Teir vóru nevniliga til arbeiðis, og stutt undan komuna til Føroya fingu teir boð um ein satelitt, sum var ávegis jørðini og kundi vera til vanda í Ný Sælandi, men tíbetur hendi eingin skaði.
Teir sendu somuleiðis fylgisveinamyndir út í rúmdina við sínum risa stóru radarum. Hetta skuldu teir fyrst hava loyvi til frá avvarandi føroyska myndugleikunum.
Monge legði stutt fyri klokkan 22 sunnukvøldið leiðina úr Føroyum mótvegis Skottlandi.