KONSUL
?Eg veit ikki rættiliga, hví eg eri vald, men tað er ein stórur heiður, sum eg gleði meg til at fara í holt við.
Soleiðis sigur Julianna Klett, nýútnevndur franskur heiðurskonsul. Tað var mikudagin, at hon alment varð tilnevd konsul Fraklands í Føroyum.
Tað var Régis de Belenet, franskur sendiharri í Danmark, sum var komin til landi í hesum ørindum.
Ì sambandi við tilnevngina ferðaðist franski sendiharrin eisini kring landið og vitjaði fleiri stovnar og fyritøkur.
Julianna Klett tekur við eftir Valdemar Lützen sum franskur konsul. Umframt at vera advokat er Julianna eisini útbúgvin trý málsligur korrespondentur í fronskum, týskum og enskum og hevur lisið í Sorbon universitetinum í París.
Hjálpa fraklendingum
Fremsta uppgávan hjá einum konsli er at hjálpa fronskum ríkisborgarum í Føroyum. Julianna dugir ikki at siga okkum, hvussu nógvir fraklendingar búgva í Føroyum, men tað eru nakrir.
?Men arbeiðið sum konsul er eisini at vera millumlið millum føroyskar og franskar myndugleikar. Frakland hevur áhuga fyri, hvat hendir í Føroyum og ynskir at kunna seg um, hvat hendir, sigur Julianna Klett.
Arbeiðið sum konsul er ólønt.
I komandi útgávunum verður meira at lesa um tilnevngina av nýggjum fronskum konsuli.
Sosialurin ynskir Julionnu til lukku við heiðurinum.