Franska skonnartin Belle Poule á Havnina í næstu viku

Næsta skonnartin hjá fronsku verjuni, ið vitjar Føroyar síðstu mánaðirnar.

Fyrr í ár vitjaði toppseglskonnartin hjá fronsku verjuni, Etoile, Føroyar, tá hon var á ferð til Íslands og Grønland. Nógv varð tá gjørt burturúr vitjanini hjá franska verjuskipinum. Í næstu viku kemur hennara systurskip, Belle Poule, til Føroyar.
Etoile varð bygd til fronsku verjuna í 1932, meðan systurskipið, skonnartin Belle Poule, eisini bygt í 1932.


Belle Poule vitjar á Havnini 20. og 21. juli. Skonnartin er á veg til Íslands, Faskruðsfjørð at hátíðarhalda afturvendandi Fronsku dagarnar. Á ferðini sum byrjaði út frá Brest hin 23. juni hevur Belle Poule vitjað Oban, Belfast og Ålesund.


Nakrar kurteisivitjanir og kunnandi vitjanir eru á skrá í Føroyum og oberstur, Johanic Galode, frá deildini hjá fronsku verjuni við fronsku sendistovuna í Keypmannahavn, kemur til Føroya í sambandi við vitjanina.


Høvi verður at vitja umborð á Belle Poule týsdagin 21.juli.