Fronsk løgregla hevur skotið og dripið ein mann nærindis París, eftir at hann royndi at stinga fleiri fólk við knívi.
Tað skrivar sjónvarpsstøðin BFMTV.
Maðurin doyði stutt eftir, at løgreglan hevði skotið hann. Eitt av offrunum er sambært fyribils upplýsingum álvarsliga sært, veit BFMTV at siga.
Løgreglan hevur ikki enn váttað, um maðurin er dripin, men hevur bert upplýst, at hann er »neutraliseraður«.
Kníválopið, sum útloysti skotini frá løgregluni, hendi í eini park í Paris-forstaðnum Villejuif, skrivar tíðindastovan dpa.
Enn er ógreitt, hví illgerðarmaðurin framdi álopið.
/ritzau/Reuters











