Í dag varð franska flaggið vundið á hálva stong, á franska konsulatinum í Føroyum, til minnis um ræðuligu yvirgangsatsøknina á franska satiru blaðið Charlie Hebdo, sum kostaði 12 fólkum lívið í gjár.
Hanna Jensen, føroyski konsulin, sigur at í Føroyum búgva um sjey fólk, sum eru franskir ríkisborgarar, og at tað eisini eru fleiri sum eru hálvir fraklendingar, so sum børn hjá teimum fronsku ríkisborgarunum, og at hesi eisini rokna seg sum fraklendingar.