Lat tað fyrst og fremst vera greitt beinanvegin, at tað er eingin sum helst ivi um, at Frakland er stórfavorittur at vinna dystin ímóti Føroyum á Tórsvølli leygardagin.
Men hetta forðar tó ikki fransmonnum at vænta nógv av føroyska landsliðnum til dystin leygardagin. Franska fótbóltssambandið hevur nevniliga gjørt eina kanning tætt upp undir dystin, har tey hava spurt franska fólkið, hvør tey vænta fer at vinna landsdystin leygardagin.
Í kanningini hevur franska fótbóltssambandið spurt 5000 fólk, og sjálvt um franska fólkið helst eisini veit, at Frakland er stórfavorittur, so eru tað heili 21% sum vænta, at Føroyar fer at vinna dystin. 75% vænta ein sigur til Frakland, meðan bert 4% vænta ein javnleik.
Tað vil siga, at fimti hvør fraklendingur væntar, at Føroyar fer at vinna dystin ímóti Fraklandi, og hetta má uttan iva metast at vera ein stór álitisváttan til føroyska landsliðið og føroyskan fótbólt sum heild frá franska fólkinum.










