Hava tit onkuntíð undrast á, hvørjar fransiskanarasystrarnar eru og hví tær eru her?
Mánadagin 24. nov. kl. 19.30 í Mariukirkjuni fer systir Maria at siga frá um systrarnar og ta kvinnuna, Héléne de Chapottin, sum var stovnari teirra og sum varð sælugjørd síðsta í Róm. Aftan á verður videofilmur (á enskum) vístur.
6. januar 1877 byrjaði eitt nýtt framtak: stovnanin av nýggjari skipan í Kirkjuni. Héléne de Chapottin, kend um allan heim undir sínum kleysturnavni, Mary of the Passion, var fødd í Nantes í Bretagne í Fraklandi í 1839. Hon var ein sterk kvinna, livandi og glað, ein kvinna, ið ikki óttaðist vandar ella tvørleikar, og sum var slóðbrótari fyri eini nýggjari leið í Kirkjuni, ikki bara fyri seg sjálva, men fyri fleiri túsund aðrar kvinnur, sum av sínum persónliga kalli fylgja somu leið: Franciskanarasystrarnar.
Ung komu skjótt úr øllum heiminum at liva og taka lut í hennara missiónsfyrimynd: at boða Kristi Lív til ein líðandi heim og gera alt, ið tørvur var á, og at fara har eingin annar kundi fara. Heimurin var teirra heim. Hóast teir tvørleikar, sum fyglja við eini nýggjari byrjan, mentist tiltakið og hevði framgongd.
Tá ið Mary of the Passion doyði 15. nov. 1904, vóru 2.069 systrar, sum arbeiddu á ymiskum virkisøkjum í 24 londum. Í 1932 komu Franciskanarasystrarnar til Føroya. Í løtuni eru umleið 7.712 Franciskanarasystrar í 76 londum og frá meira enn 70 tjóðskapum. 7 systrar eru í Føroyum av Malta, úr Írlandi, Belgiu og Corée.
Mary of the Passion hevur verið og er framvegis ein fyrimynd og ein kelda til íblástur fyri systrar sínar.
Øll eru vælkomin.