Frans pávi samanber flóttar við Mariu og Jósef

Í midnáttarrøðu síni bað pávin heimsins 1,2 milliardir katolikkar um ikki at skúgva til viks flóttafólkakreppuna

Flóttar og gestaarbeiðarar eru eins og Maria og Jósef, sum einki stað funnu at búgva í í Betlehem. Og trúgvin krevur, at útlendingar verða heilsaðir vælkomnir.

 

Tað var ein av boðskapunum hjá Fransi páva í midnáttarmessuni í Pæturskirkjuni í Vatikaninum í nátt.

 

Frans pávi hátíðarheldur fimtu jólini sum hægsti maður fyri heimsins 1,2 millardir katolikkar. Undir midnáttarmessuni eru um 10.000 fólk í Pæturskirkjuni, meðan nógv onnur fylgja gudstænastuni á plássinum uttanfyri.

 

Pápin heitir á heimsins katolikkar um ikki at skúgva til viks fóttafólkakreppuna.

 

Hann sigur bíbilsku søguna um, hvussu Maria og Jósef máttu ferðast úr Nazareth til Betlehem fyri at lata seg skriva í manntal, sum Augustus keisari hevði álagt teimum.

 

– So mong onnur fótaspor eru krógvað í slóðunum hjá Jósefi og Mariu. Vit síggja sporini sum heilar familjur, sum eru noyddar at ferðast, segði pávin.

 

– Vit síggja slóðina eftir milliónir av menniskjum, sum ikki sjálv hava valt at ferðast, men sum eru rikin burtur heimanífra, og sum verða noydd at fara frá teimum, sum tey eru góð við.

 

Sjálvt hyrðarnir, sum sambært bíbliuni vóru teir fyrstu at síggja Jesus-barnið, vóru »tvungnir at liva í útjaðaranum av samfelagnum« og vóru mettir sum skitnir, illaluktandi útlendingar, greiddi Frans pávi frá.

 

– Alt við teimum vakti mistrúgv. Teir vóru menn og kvinnur, sum skuldu haldast burtur, og sum fólk óttastu, segði hann.

 

Frans pávi mælir til »ein nýggjan sosialan fantasi, har eingin nakrantíð skal føla, at pláss er ikki fyri sær á hesi jørð«.

 

81 ára gamli pávin, sum er sonur italskar migrantar (gestaarbeiðarar) í Argentina, hevur brúkt støðu sína til at verja flóttar og gestaarbeiðarar, sum hevur elvt til stríð millum hann og politikarar.

 

– Okkara prógv upp á ríkisborgararskap kemur frá Gudi. Tað ger respekt fyri migrantum ein samrunnan part av kristindóminum, segði pávin í prædikuni.

 

Samstundis fordømdi hann menniskjahandlarar, sum tjena pengar upp á ráðaleysar flóttar. Pávin kallar menniskjahandlararnar fyri »okkara tíðarinnar Herodes við blóði á hondunum«.

 

Við tí vísir hann til frásøgnina um Herodes, kong jødanna, sum gav boð um at øll dreingjabørn í Betlehem skuldu drepast, tí hann óttast, at Jesus ein dag fór at troka hann burtur.

 

/ritzau/Reuters