Frans fekk karantenu

Avgerð er tikin í dopingmálinum hjá Frans Johannsen

Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt, at dopingnevndin hjá danska ítróttarsambandinum hevur avgjørt at útloka føroyska Frans Johannesen frá allar kapping og venjing, í tríggjar mánaðir við afturvirkandi kraft frá 12. mai 2013. Hartil hevur dopingnevndin afgjørt at Frans Johannsen skal kolldømast frá øllum einstaklingaúrslitum í tíðarskeiðnum 28. mars til 11. mai 2013.

 

Hetta veit heimasíðan svimjing.com at siga.

Ein dopingtest av føroyinginum, Frans Johannsen, sum býr í Esbjerg og svimur fyri Esbjerg Svømmeklub og harvið hevur danskan svimjutjóðskap, vísti fyrr í ár, at hann hevði tikið eitt evni, ið ikki er lógligt at brúka í sambandi við svimjing.
Frans Johannsen bleiv fyrr í ár testaður positivur í at hava tikið ólógliga evnið terbutalin í sambandi við kappingina Danish Open í mars mánaði í ár. Evnið terbutalin er millum annað at finna í heilivági móti astma.

 

Danska ítróttarsambandið hevur yvirlátið til danska svimjisambandið at avgera, um felagið hjá Frans Johannsen eisini skal frátakast sítt heiðursmerki frá donsku meistarastevnuni fyri lið hin 6. - 7. juli, har Frans Johannsen hjálpti Esbjerg Svømmeklub til eitt bronsumerki. Og tey hava so mett út í frá praksis í liðítróttum, at Esbjerg ikki skal kolldømast fyri bronsuna, tá ið bara ein svimjari forbreyt seg.

 

Tríggir mánaðir eru gingnir síðani 12. mai, og Frans Johannsen er tí ikki í karantenu longur.