Giza/Hoyvík hevur í dag sett Frankie Jensen sum nýggjan venjara fyri besta lið felagsins hesi bæði næstu árini.
Seinasta kappingarár var Frankie Jensen venjari hjá 1. deild hjá HB, ið endaði nummar trý í deildini.
Frankie Jensen hevur áður verið venjari hjá næst besta liðnum og unglinga liðnum hjá Havnar Bóltfelag og besta liðnum hjá B71.
Í Danmark hevur hann seg sum venjari hjá ÍF Føroyum, FA2000 og Skjold, samstundis, sum hann eisini hevur roynt seg sum hjálparvenjara hjá EFFO-liðnum hjá HB.
Av úrslitum kann nevnast, at Frankie Jensen við unglingum hjá HB í 2011 vann bæði landskappingina og steypakappingina.
Nevndin og nýggi venjarin hava sær sum mál, at liðið skal vera við í oddanum i 2. deild í 2014 og vónandi røkkur tað til eitt pláss í 1. deild, ið hevur verið málið hjá felagnum seinastu tvey árini.
- Hetta samsvarar eisini væl við tíðarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri nýggja vøllin hjá felagnum í Hoyvík. Vónandi verður hesin liðugur miðskeiðið í 2014, sigur Giza/Hoyvík.
Samstundis sum Frankie Jensen er settur sum venjari hjá 2. deild, er Kenneth H. Djurhuus settur sum venjari hjá næst besta liðnum, 3. deild A, hann verður eisini hjálparvenjari hjá Frankie Jensen.
Felagið vil hervið ynskja nyggja venjaranum vælkomnan í felagið og góða eydnu komandi tvey kappingarárini.
Á Myndini er tað Fróði Danielsen í Giza/Hoyvík, vinstrumegin, sum ynskir nýggja venjaranum vælkomnum í felagið.