Frankie Jensen heldur fram sum venjari hjá Giza/Hoyvík, har hann hevur verið seinastu tvey árini. Tað boðar felagið frá í kvøld.
Giza/Hoyvík hevur so gott sum tryggjað sær uppflyting til 1. deild. Skal tað miseydnast, skulu teir tapa síðsta dyst, meðan TB vinnur síðsta dyst og málmunurin broytist heili 26 mál.
- Vit eru í gongd við eitt ótrúliga spennandi projekt. Liðið er spennandi, ein nýggjur vøllur er á veg í Hoyvík og ungdómsarbeiðið blómar. Hetta er eitt projekt, sum eg framhaldandi vil vera ein partur av, sigur Frankie við facebook-síðuna hjá felagnum.
Nevndin í felagnum er væl nøgd við at samstarvið við venjaran heldur fram.
- Frankie er ein dugnaligur venjari. Hann er maðurin sum fekk okkum upp í 1. deild, og tí lá tað líkasum í kortunum, at hann skuldi halda fram, sigur formaðurin í felagnum, Kenneth Hovgaard Djurhuus.










