Nú fáa onnur enn norðoyingar høvi at síggja skemtileikin, Frankenstein, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur framført. Nú fer felagið nevniliga út at ferðast við leikinum, og fyrstu sýningarnar verða í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
Sjónleikurin er bygdur á skaldsøguna, sum Mary Shelley skrivaði í 1818. Danin, Thomas Malling, hevur skrivað skaldsøguna um til skemtileik, og Andrias Justesen hevur týtt hann til føroyskt. Jákup Weyhe er leikstjóri.
Frankenstein er ein svørt komedia - ein farsa við einum álvarsamum innihaldi. 10 leikarar eru við - nakrir gamlir kenningar, men eisini nøkur nýggj talent.
Leikurin var framførdur 14 ferðir í Klaksvík, og nú er tíðin altso komin at fara útum landið við leikinum, og í hesum føri til Havnar.
Myndatxt: Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer nú at ferðast við skemtileikinum Frankenstein
Mynd: Blitz Foto