Tað upplýsir franska stjórnin.
Tiltakið hevur til endamáls at skerja tey 700.000 tonsini av klæðum, sum fólk í Frankaríki tveita burtur um árið. Tveir triðingar enda á ruskplássum.
– Frá oktober verður latin stuðul til at umvæla klæði og skógvar, sigur franska ráðfrúan fyri burðardyggari umlegging, Bérangère Couillard, á eini vitjan hjá La Caserne, sum er miðstøð fyri ábyrgdarfullan móta í París.
Í skipanini fáa kundarnir sjey evrur – umleið 52 krónur – fyri at umvæla ein hæl. Tey fáa harumframt millum 10 og 25 evrur fyri at umvæla klæði.
/ritzau/AFP