Frankaríki økir trýstið at tey ikki-koppsettu

Frankaríki ætlar at geva liðugt koppsettum tað triðja prikið ein mánað fyrr enn áður ætlað vegna omikronfrábrigdið.

 

Langar bíðirøðir vóru á havnarlagnum í Dover í Suðuronglandi í gjárkvøldið. Á midnátt komu nýggju tiltøkini í gildi, sum gera tað trupult at ferðast millum Ongland og Frankaríki. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Frankaríki ætlar frá januar at stytta tíðarskeiðið millum annað og triðja prikið við covid-19 koppingarevni til fýra mánaðir. Tað er ein mánað fyrr enn nú.

Orsøkin er tað serliga smittandi omikronfrábrigdið.

Tað segði Jean Castex, forsætisráðharri, í gjár.

Franska stjórnin ætlar harumframt frá nýggja árinum at seta eina reglu um, at bara liðugt koppsett sleppa á matstovu og at koyra við almennu samferðsluni á longri ferðum.

Sum nú er galdandi, er ein nýggj negativ kanning nóg mikið, um ein persónur ikki er koppsettur.

– Vit kunnu ikki loyva, at bara tí at nakrar fáar milliónir okkara ikki vilja koppsetast, so skal tað ávirka alt landið, segði Jean Castex í eini sjónvarpssamrøðu í gjár.

Hósdagin boðaði forsætisráðharrin frá einum lutvísum innferðarforboð fyri fólk úr Bretlandi. Hann grundaði hetta við omikronfrábrigdinum, sum breiddi seg so nógv í Bretlandi.

Frá í dag at rokna er tað forboðið at ferðast til Frankaríki úr Bretlandi, um tú ikki ert franskur ríkisborgari, hevur franskan maka ella hevur fast uppihaldsloyvi í Frankaríki.

Tað skapti langar bíðirøðir í havnini í Dover í Suðuronglandi í gjárkvøldið. Har stríddu nógvir bilar seg framat at fáa pláss á ferjuni til Frankaríki fyri midnátt, tá forboðið kom í gildi.

Tað vóru eisini langar bíðirøðir við ferðafólki til tokini millum tey bæði londini.

Jean Castex samanber hetta eftir øllum at døma sera smittandi frábrigdið við at toran slær niður, og hevur rakt alt Evropa. Hann væntar, at hetta brigdið fer at vera tað dominerandi brigdið á fastlandinum í Evropa fyrst í nýggja árinum.

Fleiri lond í Evropa, eisini Danmark, hava sett nýggj tiltøk í verk til tess at steðga útbreiðsluni av nýggja frábrigdinum.

/ritzau/AFP

 

Langar bíðirøðir vóru á havnarlagnum í Dover í Suðuronglandi í gjárkvøldið. Á midnátt komu nýggju tiltøkini í gildi, sum gera tað trupult at ferðast millum Ongland og Frankaríki. - Foto: Henry Nicholls/Reuters