Stóru ensku miðvallarleikarnir hjá Chelsea og Liverpool verða tøkir til dystin á Anfield Road Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League-kappingini millum Liverpool og Chelsea spæld á Anfield Road í Liverpool. Mamman hjá Chelsea-spælaranum, Frank Lampard hevur verið sera sjúk seinastu tíðina, og tí hevur Lampard ikki spælt við Chelsea tveir teir síðstu dystirnar. Steven Gerrard, sum hevur havt ein skaða í nakkanum hevur aftur vant við Liverpool, og væntast hann eisini at byrja inni í kvøld. Tað er eingin loyna, at Chelsea hevur sera góðan hug á stóru Liverpool-hetjuni, Steven Gerrard. Teir hava fyrr boðið eina stóra upphædd fyri hann, men Stevie G, sum hann verður nevndur í Liverpool, hevur higartil valt at verða verandi í norðurenska havnarbýnum. Chelsea-venjarin, Avram Grant metir Steven Gerrard, at verða besta spælaran í Onglandi í ár, og kanska eisini í Evropa, orsaka av tí sera stóra týdninginum Gerrard hevur fyri liðið hjá sær. Liverpool-venjarin Rafael Benitez ger í sínum lagi greitt, at hann hevði so ikki takkað nei til at fingið Frank Lampard og Didier Drogba í sín part. Hetta verður triðja ferðin, at Chelsea og Liverpool møtast í Champions League-hálvfinaluni. Báðu ferðirnar hevur Liverpool sigrað.