Francesco Totti gevst aftaná lokið kappingarár

40 ára gamli, Francesco Totti skal verða stjóri í AS Roma, sambært felagnum. Men sjálvur hevur hann ikki boðað frá nøkrum

Francesco Totti hevur havt eina ótrúliga yrkisleið, sum spælari hjá italska felagnum, AS Roma í eina fjórðingsøld.

 

Í 616 dystum fyri besta liðið hjá AS Roma hevur Francesco Totti skotið 250 mál. Í 2001 vann hann italska meistaraheitið, og í 2006 vann Francesco Totti HM-gull við italska landsliðnum. Francesco Totti hevur eisini vunnið italsku steypakappingina í 2007 og í 2008. Hann hevur eisini vunnið U21 EM við Italia.

 

Men alt fær sín enda. Nú hevur AS Roma boðað frá, at hann hongur gaggurnar, tá hetta kappingarárið er liðugt. Francesco Totti hevur tó so stóran sýmbolskan týdning fyri AS Roma, at har hava teir handlað skjótt og bjóðað honum at gerast stjóri í felagnum.

 

Tað skemtiliga er tó, at Francesco Totti sjálvur ikki hevur boðað frá, at hann gevst at spæla á hægsta stigi: - Øll onnur siga, at eg gevist tá kappingin er liðug. Sjálvur havi eg einki sagt, sigur Francesco Totti við italskar miðlar. 

 

Tað hevur tó ikki verið nógv spælitíð til Francesco Totti seinasta árið, sum hevur sitið nógv á beinkinum hetta kappingarárið.

 

Millum AS Roma viðhaldsfólkini verður Francesco Totti nevndur "Il Capitano", og aldrin í søguni hevur nakar spælari hjá AS Roma verið so væl umtóktur millum viðhaldsfólkini, sum Francesco Totti.