Sosialisturin François Hollande hevur nú tikið við embætinum sum forseti í Fraklandi. Undan tilnevningini hitti hann undanmannin Nicolas Sarkozy.
Áðrenn Hollande fer til Týsklands seinni í dag at tosa við Angelu Merkel, kanslara, fer hann væntandi at kunngera stjórnina, sum eftir øllum at døma fær umleið 40 ráðharrar, harav helmingurin skulu vera kvinnur.
François Hollande er tann fyrsti sosialistiski forsetin í Fraklandi, síðani Francois Mitterand fór frá fyri 17 árum síðani.









