- Tað verður framvegis nógvur vindur teir næstu dagarnar.
Tað sigur veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen.
Í morgin verður stormur av útsynningi, men um kvøldið minni vindur. Hitin fer at liggja millum 3 og 6 stig.
Hósdagin fyrrpart verður yvirhøvur turt og hvassur vindur, men seinnapartin regn. Hitin verður millum 3 og 6 stig.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar.