Framvegis verða fáir føroyingar smittaðir

Nú eru tvey fólk innløgd við korona

Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta er úrslitið, nú 4.800 fólk eru kannað, men úrslitið fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið og tað merkir, at talið á fólki, sum verða smittað, er framvegis lágt.

Tað upplýsir landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 93 føroyingar staðfestir frískir eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Nú eru tvey fólk innløgd á sjúkrahúsi við Korona.