Framvegis vón fyri Atla og Frem

Orsaka av truplu støðuni hjá Frem í botninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var Atli Danielsen ikki við í landsdystinum í Estlandi í gjárkvøldið.

Í kvøld var Atli Danielsen á Frem liðnum, sum vitjaði í Køge, har Henrik Larsen er venjari, og har nýggi landsliðsspælarin, Jónas þór Næs, er millum spælararnar.

Úrslitið var málleysur javnleikur. Tað ber við sær, at bæði Frem og Køge eru omanfyri strikuna, og at bæði liðini eru í vanda at enda niðanfyri strikuna eftir síðsta umfar, sum verður sunnudagin. Trý lið flyta niður. HIK er triði aftast við 30 stigum, ið er sama stigatal, sum LFA og Frem hava. Køge er omanfyri hesi bæði við 32 stigum.

Í síðsta umfari eigur Frem torføran heimadyst ímóti oddaliðnum og langt síðani uppflutta Vejle. Køge skal spæla á útivølli ímóti AB.

HIK eigur á pappírinum heimadyst ímóti Aarhus Fremad, sum er næstaftast við 27 stigum, og LFA skal spæla á heimavølli ímóti Skive, sum hevur 34 stig.

Atli Danielsen var millum teir fyrstu ellivu hjá Frem í kvøld. Eftir landsdystin í Tallinn í gjárkvøldið hevði Henrik Larsen givið Jónas þór Næs frí í kvøld.