Eitt línuskip, tveir partrolarar og nakrir útróðrarbátar endaðu í dag hesa vikuna á Fiskamarknaðinum. Tilsamans seldi uppboðssølan knappliga 67 tons, sum fóru fyri knappar 800.000 krónur.
Prísurin á toski og hýsu hava verið víkjandi teir seinastu dagarnar, og soleiðis var eisini í dag. Toskur III fekk meðalprísin 14,30 krónur, toskur IV 12,76, hýsa II 12,11 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 10,66 krónur.
Teir báðir partrolararnir seldu knappliga 20 tons av upsa. Tað mesta var stødd III og IV, og fyri hann fingu teir 11,27 krónur í meðal fyri kilo.