Fótbóltur
Í gjárkvøldið hevur umfar í 2. deild eystur í Danmark verið á skránni. Fremad Amager var á Eysturbrúgv, har tað tók sína tíð at fáa bilbukt við Skjold. Í hálvleikinum var tað framvegis málleyst, men í 2. hálvleiki skoraði Fremad Amager tríggjar ferðir. Seinastu ferðirnar hevur Rókur Jespersen verið ímillum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Í kvøld vóru hann og eykamálverjin Hans Jørgensen í Fremad Amager ferðalagnum inn á Eysturbrúgv.
3-0 var eisini úrslitið, tá ið oddaliðið í deildini, Roskilde, hevði vitjan av B93, sum eisini er eitt av fótbóltfeløgunum á Eysturbrúgv.
Úrslitini í kvøld bera við sær, at Roskilde framvegis er á fremsta plássi og harvið á plássinum, sum ber beinleiðis uppflyting við sær. Fremad Amager er tvey stig aftanfyri og harvið á plássinum, sum ber kvalifikatiónsdystir um pláss í 1. deild við sær.
Nú tað resta tvey umfør hevur FC Roskilde 62 stig, og Fremad Amager hevur 60 stig.