Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 451 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 168.923 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 503 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 500 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna