Landsliðsprát
Í mikudagsblað okkara reistu vit spurningin, hvørt tað var rætt at hava ein somikið royndan leikara sum Kurrt Mørkøre á beinkinum í samfullar 90 minuttir undir einum landsdysti. Vit skrivaðu soleiðis, at um hetta skuldi verið endamálið við at hava Kurt í hópinum, hevði kanska verið rættari at havt ein ungan leikara, sum soleiðis slapp at lukta til altjóða dámin.
Tá vit eftir dystin móti Jugoslavia, har Kurt aftur sat teir 90 minuttirnar á beinkinum, setti Kurt spurningin, tóktist 32 ára gamli klaksvíkingurin tó avgjørt ikki at vera samdur í hesum.
- Eg las tað, sum tú skrivaði í blaðnum, og hatta er so ein spurningur, sum tú setir. Eg seti hann ikki.
- Er mann nóg góður at vera á landsliðnum, so eigur mann sjálvandi at vera við til at umboða landið. Millum mótstøðumenn okkara í dag eru eisini fleiri sum eru bæði 35 og 36 ár, so hatta er so avgjørt ikki nakað, sum eg hugsi um, og eg havi so slettis einki ímóti hesum.
Soleiðis tykist eingin vandi vera fyri einum brádligum avboði frá Kurt, ella sum hann sjálvur segði, tá vit at enda spurdu, um hann sostatt sigur seg eisini vera tøkan til næsta dystin.
- Tað er upp til Allan Simonsen, sum tekur liðið út.