Fimti dysturin í sjeynda landskappingarumfari var við Løkin í gjárkvøldið, har NSÍ tók ímóti ÍF. Meðan runavíkingar rættiliga væl hava hildið tørn og eru bara eitt stig frá oddasessinum, hevur byrjanin hjá fuglfirðingum verið meira svingandi við eitt nú trimum taptum dystum.
Sum so broytti dysturin í gjárkvøldið heldur ikki tað stóra, tí hann endaði við javnleiki. Fyrst endaði eitt skjótálop stutt fyri hálvleik við, at Chris Muomaife kundi leggja ÍF á odda, men ikki so langt inn í seinna hálvleik syrgdi Jens Joensen við einum skallara fyri, at javnvág kom í roknskapin.
Dysturin í Runavík var ikki serliga væl spældur, men fleiri málmøguleikar vóru, so saktans kundu komið fleiri mál. Í fyrra hálvleiki stóð ÍF fyri tí allarmesta og hinvegin hevði NSÍ munin eftir steðgin. Javnleikurin merkti, at NSÍ ikki fekk tikið oddasessin frá B36 og at ÍF framvegis ikki hevur fingið ordiliga gongd á.
Í evstu løtu
Hinir fýra dystirnir í sjeynda umfari vóru allir mikukvøldið, tá tað mest óvæntaða mundi vera, at B68 fekk komið væl afturíaftur í heimadystinum ímóti oddaliðnum, B36, og enntá fekk bjargað sær eitt stig. Her gekk alt eftir ætlan hjá B36, sum longu í fjórða minutti kom á odda og beint fyri steðgin økti til 2-0.
Men í seinna hálvleiki megnaði B68 at skora tvær ferðir. Fyrra málið kom eftir brotsspark og tað seinna eftir beinleiðis fríspark. Seinna málið kom, tá 89 minuttir vóru spældir, so tað var í evstu løtu, at B68 fekk tikið B36 aftur.
Í Gundadali tók HB ímóti Víkingi, sum má sigast at hava gott taka á havnarfeløgunum. Í øðrum umfari fekk Víkingur javnleik ímóti B36 og mikukvøldið eydnaðist at vinna 2-1 á HB. Víkingur var á odda 2-0, áðrenn HB raknaði við og byrjaði at trýsta, uttan tó at koma til nóg stórar møguleikar, og tí rakk tað heldur ikki til meira enn tað eina málið.
Vágamenn reistust
Eftir eyðmýkjandi 9-0 tapið í Runavík, vildu vágamenn fegnir reisast aftur, nú teir høvdu vitjan av B71. Sigast má, at tað eydnaðist eisini, tí 07 Vestur hevði munin í dystinum og vann ein uppibornarn 2-1 sigur, ið tó ikki rakk til at lyfta liðið upp um niðurflytingarstrikuna, har 07 Vestur bara hevur B71 niðan fyri seg.
Við Margáir møttust tey bæði liðini, sum at byrja við sóu út til at standa seg allarbest, EB/Streymur og KÍ. Síðani byrjanina er stígur komin í hjá báðum, men mikukvøldið vísti EB/Streymur seg at koma aftur á slóðina og vinna 2-0, meðan dysturin gjørdist tann fjórði á rað hjá KÍ uttan sigur.