Framvegis smáligur upsafiskiskapur

Tveir djúpvatnstrolarar eru farnir yvir á Flemish Kap at fiska tosk. Teir frysta veiðina umborð.

Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Myndina eigur Vónin.

Sambært Fiskamarknaði Føroya hava tvey pør landað í dag, og nøkur pør koma seinni í vikuni. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur.

- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um teir koma inn aftur at landa hesa vikuna. 

Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar eru farnir yvir á Flemish Kap at fiska tosk. Teir frysta veiðina umborð.

Síðan liggja nakrir djúpvatnstrolarar inni, men fara helst út aftur í vikuni.

- Tveir trolbátar fiska tosk og hýsu norðanfyri. Tveir eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og væntandi landa allir síðst í hesi vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur. 