Í eina tíð hava flestu partrolarapør fiskað eystanfyri.
- Tey koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Hóast vit eru í bestu fiskitíð til upsa, er fiskiskapurin hjá partrolarum yvirhøvur smáligur.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja inni, men væntandi fór onkur út um vikuskiftið.
- Helst fer ein at fiska svartkalva, meðan hinir fara at fiska upsa.
Fýra djúpvatnstrolarar hava roynt á Flemish Kap, men nú er kvotan har vesturi uppfiskað, og skipini eru givin við fiskiskapinum.
- Trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, fiska tosk og hýsu og koma inn at landa mánadagin, sigur Fiskamarknaður Føroya.