Framvegis ósemja ? tingfundurin útsettur

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið eru ikki samdir um nevndarbýtið enn. Tí er tingfungurin útsettur til klokkan 13:30

Ósemja er framvegis um, hvussu nevndarsessirnir í løgtinginum skulu býtast.

Semjan, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið hildu seg hava gjørt, sær nú kortini ikki út til at halda. Flokkarnir hildu seg hava avtalað, at Javnaðarflokkurin skuldi fáa formanssessin í fíggjarnevndini.

Flokkarnir fara á fund kl 10:30, har greiða skal fáast á ósemjuni.

Ein annar trupulleiki tykist eisini vera, at Heini O. Heinesen fyrr hevur kravt at fáa formanssessin í Vinnunevndini.