Í einum sera spennandi og jøvnum 3-settara eydnaðist tað SÍ gentum U 16 fyri løtu síðani at vinna á Fleyr. Settini endaðu 25-14, 26-24 og 15-10, sum gjørdi at SÍ samanlagt vann dystin 2-1.
SÍ heldur sostatt fram við at vinna hjá ungdóminum. Higartil hevur felagið vunnið allar finalurnar hjá ungdómsdeildunum í flogbólti, sum hava verið spældar um vikuskiftið.
Besti leikari SÍ: Eva Gunn Niclasen
Besti leikari Fleyr: Hanna Biskopstøð
Finalurnar hjá teimum ungu kunnu stroymast her:
https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live