Tað plagar ikki at verða ein trupulleiki at lata andstøðuna leggja uppskot fram, tá tíðarfreistin er farin, so hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin enn ikki svarað andstøðuni.
Hóast samgongan er komin við eini 12 uppskotum í tingið eftir at tíðarfreistin at leggja fram uppskot fór tann 3. mars, so er enn ikki vist, at andstøðan sleppur at leggja fram umstrídda uppskotið um at hækka barnaískoytið við 1.500 krónum til tær mest sperdu familjurnar, so eini 500 børn kunnu lyftast úr fátækaváða.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi veit framvegis ikki, um tær báðar síðstu undirskriftirnar kunnu fáast frá tingfólkum úr Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinum. Miðflokkurin hevur skrivað undir saman við teimum 13 úr andstøðuni.
Jákup Mikkelsen gav í gjár eina týðuliga ábending um, at hann ætlaði sær at skriva undir, men í morgun er hann meira fámæltur.
– Eg eri ikki uppdateraður í morgun, so eg fái ikki svarað, segði Jákup Mikkelsen, tá vit hittu hann í telefonini úr í Svínoy í morgun, har hann lá veðurfastur.
Enn er lagnan hjá uppskotinum tí ógreið. Andstøðan hevur nú bíðað í tveir dagar eftir svari. Høgni Hoydal vónar at frætta frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum á tingfundinum, sum byrjar nú klokkan 11.
Tað er ikki vanligt, at tað verður eitt floksmál ella samgongumál, um andstøðan skal sleppa at leggja uppskot fyri tingið, eftir at freistin er farin. Tá samgongan hevur lagt 12 mál fram, so halda tingfólk úr andstøðuni tað vera nátúrligt, at tey eisini sleppa at leggja uppskot fram.