Jacques Chirac, forseti, breyt jólafrítíðina í Marokko av, so hann kundi fara til París at taka ímóti Christian Chesnot og Georges Malbrunot. Saman við teimum var Michel Barnier, uttanríkisráðharri, sum var farin til Bagdad at taka ímóti teimum.
Teir báðir tíðindamennin-ir vórðu burturfluttir í Irak fyri fýra mánaðum síðani, og tey flestu høvdu mist vónina um at síggja teir aftur á lívi. Nógvir fransmenn litu kortini á, at menninir fóru at koma afturíaftur, tí Frakland var so hart ímóti álopinum á Irak.
Burturflytararnir kravdu, at franska stjórnin skuldi ógilda lógina, sum millum annað banar muslimskum skúlanæmingum í Fraklandi at hava turriklæði á høvdinum, men tað vildi stjórnin ikki. Tað er ikki greitt, um Frakland er ging-ið undir aðrar treytir fyri at fáa menninar leysar.
Higartil í ár eru 120 útlendingar vorðnir burturfluttir í Irak. Minst 41 teirra hava latið lív, og minst 24 eru franvegis gíslar. Talan er yvirøvur um fólk úr arabiskum og afrikonskum londum, men tey hava ikki fingið somu umrøðu í altjóða fjølmiðlunum sum teir báðir fronsku gíslarnir, skrivar Reuter.
Nógvir irakar eru eisini burturfluttir. So seint sum seinasta sunnudag vórðu 10 irakar burturfluttir. Teir ar-beiddu fyri eitt saudiarabiskt felag, sum ger ymsar uppgávur fyri amerikanska herin í Irak.