Framvegis ónøgd um Landssjúkrahúsið

Niðurstøðan av einum fundi millum sjúkrarøktarfrøðingar er, at teir akuttu trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum als ikki eru loystir Felagið Sjúkrarøktarfrøðingar hevði aftur í gjár fund við álitisfólkini á Landssjúkrahúsinum.

Niðurstøðan er, at onki ítøkiligt er hent enn, vísir Sjúkrarøktarfelagið á í brævi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

- Teir akuttu trupulleikarnir, sum vit hava víst á viðvíkjandi røktartyngdini á Landssjúkrahúsinum, eru als ikki loystir. Har er einki hent. Sjúkrarøktarfrøðingar fáa ikki veitt neyðugu røktina til sjúklingin vegna ov stórt arbeiðstrýst. Hetta hevur við sær samvitskubit og harvið strongd og kann ikki góðtakast, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir hava onga ávirkan á hesi viðurskifti.

Víðari skrivar Sjúkrarøktarfelagið í brævi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

- Røktartyngdin er enn alt ov stór í mun til talið av sjúkrarøktarfrøðingum. Hetta er nakað vit als ikki kunnu góðtaka, tí tað gongur útyvir sjúklingarnar. Eisini vilja vit gera landsins mynduleikar varugar við tann vaksandi tørvin av sjúkrarøktarfrøðingum, har tað beinanvegin eigur at berast so í bandi, at ein flokkur afturat av lesandi verður tikin inn á hvørjum ári. Sum vit síggja tað, veksur trupulleikin alsamt til tað verra, stendur í brævinum til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, sum er undirskrivað av Vár í Gong, forkvinnu í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum.