Framvegis í mesta lagi 10 fólk í býarbussunum

Tórshavnar Kommuna heldur fyribils fast í tilmælinum um, at tað ikki skulu vera fleiri enn 10 fólk í býarbussunum í senn, íroknað føraran

Hóast samfelagið nú spakuliga er við at lata upp aftur, so heitir Tórshavnar Kommuna á fólk um ikki at brúka bussleiðina í ov stóran mun. Bert 9 ferðafólk sleppa í bussin í senn, og mælt verður eldri fólki frá at koyra við bussunum.

Tórshavnar Kommuna upplýsir, at bussar verða hvønn dag reinsaðir við serligum spritti, sum sóttreinsar alt í eina viku.